Sandoyggin farvæl og Sandoyggin góðan dag



Góði Brandur, løgtingsvalið lagaði seg soleiðis og samgongu úrslitið við, at tú bleiv einasta umboðið í oynni. Í ólavsøkurøðuni kom løgmaður inn á vegakervið til og í oynni. Sandoyartunnilin upp í Traðardali og tunnilin til Dals, alt gott um hetta.


Men vegurin Sandslíð hevur uttan iva mestu ferðsluna í oynni. Tí er neyðugt longu nú, at fara undir fyrireikingar hvat, ið gerðast skal, við henda fløskuháls. Kravið eigur at verða ein tvey sporaður vegur, sum minsta krav.


Í 2023 fer Sandoyggin at siga farvæl, sum ein útjaðari, og góðan dag sum ein partur av miðstaðarøkinum, og verður tað tá okkara skylda, at bjóða okkum fram.


Tað er og verður sera stórt trýst á vegakervið eystureftir. Bakkafrost stendur fyri stórari verkætlan í Skálavík. Ferðavinnan kemur aftur at økjast, saman við gisting og cafe virksemi. Aftrat allari vanligari tungari ferðslu, ið bara økist.


Men tann størsti trupuleikin eg síggi, verður onki gjørt, hendir tá fýra stórir bussar koma, frá einum ferðamannaskipi, og skulu eystur um land. Samstundis, sum teir møta, í miðjari Sandslíð, tveimum trailarum, ið skulu hinvegin. Tá gerðst onki í verandi støðu, men bakkast má úr allari líðini, og tað verður ikki  gamansleikur.


So Brandur, vit skylda øllum pørtum at fara til verka beinanvegin. Vinnulívið er ein tíðandi partur, men ikki minst sjálvum Sandoyar tunnlinum, sum í sjálvum endamálinum, skal draga alla Sandoynna og kanska Suðuroynna við sær inn í framtíðina.


Ivist onga løtu, allir flokkar taka undir við slíkari ætlan, ið økir heildina tunnlar og trygdina fyri alt vegakervið.


Skulu vit verða lidnir við Sandslíð í 2023, verður neyðugt við tríggjar ferðir 30 milliónir næstu 3 árini á komandi fíggjarlógum.


Vinarliga tak støðuna við tær og lýs hana væl Brandur.

Linjohn Christiansen, borgarstjóri

521 views