Sandoyarstevnan verður 10.- 12. juli


Sandoyarstevnan í ár hildin í døgunum 10. - 12. juli.


Tað eru ungmannafeløgini í Sandoynni, sum skiftast um at hava stevnuna 4.hvørt ár, og í ár eigur Ungmannafelagið Sólarris í Húsavík tørn at skipa fyri stevnuni.


Hjá so smáum bygdum kann tað vera eitt rættiliga tungt tak at skipa fyri stevnu, men vanliga eru fólk fús at geva eina hond tá brúk er fyri tí.


Sandoyarstevnan bleiv tey fyrstu árini bara hildin á Sandi. Tað var ungmannafelagið Virkið, sum skipaði fyri á hvørjum ári, men fyri umleið 40 árum síðani bleiv avgjørt at, hini ungmannafeløgini í Sandoynni eisini skuldu vera við soleiðis at "Virkið" á Sandi, "Keldan" í Skálavík, "Sólarris" í Húsavík og "Samljóð" í Skopun nú hava stevnuna 4. hvørt ár.


Hvat húsavíkingar fara at finna uppá í ár er ov tíðliga at siga, men uppfinnsemi plagar ikki at mangla, tá skipast skal fyri stevnu.


Sandoyartíðindi á sa2.fo


194 views