Sandoyarkalendarin er komin


Sandoyarkalendarin fyri 2020, sum Lions Club Tindur gevur út, er nú komin.


Tað eru ymisk myndafólk, sum hava tikið myndirnar í kalendaranum, ið allar eru úr Sandoynni. At geva sandoyarkalendaran út, er eitt av afturvendandi átøkunum hjá Lions.


Kalendarin verður at fáa til keyps í handlunum í Sandoynni og á Kunningstovuni. Ætlandi verður eisini farið hús úr húsi at selja kalendaran.


Kalendarin kostar 100 krónur, og peningurin, sum kemur inn við søluni, fer til vælgerandi arbeiði hjá Lions.

70 views