Sandoy Seafood nýggjur høvuðsstuðul hjá B71




Samstarv komandi 2 árini

Tað var ein fegin formaður v. nevnd, ið í februar mánaði fekk boð um og síðani undirskrivaði sáttmála við nýggjan høvuðsstuðul hjá Sandoyar Ítróttarfelag B71.


Í gjárkvøldið var aðalfundur felagsins loksins hildin og umframt alla vanliga avgreiðslu av roknskapi og nevndarvalið, so var nýggi høvuðsstuðul felagsins avdúkaður.


Ole og Ann-Dorith Nattestad umboðaðu Sandoy Seafood hendan dagin inni í Høllini tá avtalan varð undirskrivað, ið inniber at Sandoy Seafood, ið áður hevur verið høvuðsstuðul felagsins, tekur enn eitt tak sum høvuðsstuðul komandi tvey árini.


Sandoy Seafood verður tí at síggja á leikbúnunum hjá bæði 1. deild monnum og 1. deild kvinnum, umframt at tey ynsktu at stuðla allari barna- og ungdómsdeildini, har tey gjalda leikaragjøld fyri allar íðkandi limir hjá felagnum komandi tvey árini.


Sostatt kann Sandoyar Ítróttarfelag B71 kunngera at framyvir, í samstarv við Sandoy Seafood og Nattestad hjúnini, verður tað ókeypis at íðka við B71!

Týdningarmikil avtala á fleiri økjum

Ein stórur partur av avtaluni er sjálvsagt ein øktur stuðul til besta liðs virksemi felagsins og raksturin annars, men tað óvanliga, men sera gleðiliga við hesi nýggju stuðulsavtaluni er at samstarvsfelagin sjálvur kom við hugskotinum um at gera tað uppaftur lættari hjá familjum at raðfesta ítrótt sum eitt frítíðarítriv fyri børn teirra. Við at syrgja fyri at B71 ikki nýtist at taka pengar fyri børn og ungdóm í tíðarskeiðinum 2020-2022, so væntar felagið enn størri áhuga og vónandi methøga tilmelding framyvir. Hettar fer harafturat at gera tað lættari hjá felagnum at melda lið til, við tryggum grundarlagið orsaka av fleiri leikarum.


Vit í felagnum eru tí sera fegin um nýggju avtaluna, ið vit vænta fer at gera arbeiði hjá okkum smidligari og úrslitini betur.


Sandoyar Ítróttarfelag B71 ynskir at takka Ole og Ann-Dorith, saman við Sandoy Seafood fyri ótrúliga stuðulin og gott samstarv komandi árini.


Drívið nú á børn, ung og vaksin og takið av tilboðnum um ítrótt og felagsskap í barna- og ungdómsárum og mong ár framyvir.


Drívið á B71!

0 views