Súgur helst orsøkin

kvf.fo: Mowi misti laks fyri slakar fýra milliónir krónur, tá laksur slapp úr einum tøkubúri á Sandi.
Mowi sigur í sínari frágreiðing, at alt bendir á, at orsøkin var, at súgurin í sjónum fekk nótina at koma í slanguhøvdið, har fiskurin verður pumpaður úr búrinum, og hol er komið á nótina.
Bæði nótin og búrið vóru nýggj. Hetta var fyrstu ferð, at tey blivu brúkt á Sandi, stendur í frágreiðingini.
Les meira her.
38 views0 comments