Størsta vøksturin hevði Sands kommuna

Allar kommunurnar í Sandoyar sýslu høvdu vøkstur í skattainntøkunum fyrra hálvár í ár.
Størstur var vøksturin hjá Sands kommunu - heili 19,2%. Inntøkuvøksturin hjá Skálavíkar- og Skúvoyar kommunu var eisin væl yvir miðal fyri landið, meðan vøksturin hjá Skopunar- og Húsavíkar kommunu var nakað undir miðal.
Miðal vøksturin fyri allar landsins kommunur var 8,03%. Sum tað sæst í yvirlitinum niðanfyri var miðal vøksturin fyri kommunurnar í Sandoyar sýslu 13,05%
