Søgubrot úr Skálavík


Fekk hesa myndina sendandi ídag. Myndin hongur í Havn. Myndin er signera EHJ 64. Hetta er Elsa Hagen Jensen. Elsa var íslendsk, arbeiddi á Siglifjørðinum, men var ættað av Saudarfirði. Hon giftist við Jens Klæmint Jensen í Skálavík.


Haldi at myndin er áhugaverd, hóast sethúsini enn standa, so er nógv annað burtur. Tarakøstarnir síggjast væl, eisini grótrúgvan frá Ennishúsinum á Kirkjujørðini.


Øll húsini sunnanvert vegin norð á Møl, vóru koyrd burtur tá bátahylurin skuldi gerðast.

Jaktin stendur inn móti margarinfabrikkini, eystari eru toftirnar av Pálspakkhúsi, síðani Stóraneyst, pakkhúsið hjá Lutter, hann tók móti fiski í kjallarahæddini, og aftan fyri standa húsini hjá Tominu og dygst undir køksvindeyganum hjá Tominu sæst Íshúsið. Á Mittingi sæst pakkhúsið hjá Viggo. Millum pakkhúsið hjá Lutter og pakkhúsið hjá Viggo, stóðu trý onnur neyst. Dalsgarðsneystið, neystið hjá Jóanis í Gerðinum og Kolluneystið.


Bátarnir eru Jaktin, blái báturin er Argus, hvíti báturin við høgum svørtum patenti er Ormurin og aftastur stendur Jarnbardur.


Heimagjørdi bussurin stendur á Mýrigarðinum.


Hetta skrivar Linjohn Christiansen á FB.

60 views