Sámal Hanni tikið sæti á tingi

Sámal Hanni Lognberg, sum á valinum tann 31. august bleiv nummar 12 á sambandslistanum við 182 atkvøðum, hevur í dag tikið sæti á tingi.
Smbandsflokkurin fekk á valinum 7 tingfólk vald, men tá samgongan bleiv skipað, fóru trý av valdu umboðunum hjá sambandsflokkinum í landsstýrið. Tað vóru Bárður Nielsen, Kaj Leo Holm Johannesen og Helgi Abrahamsen.
Harvið er Sámal Hanni blivin 2. varðatinglimur hjá sambandsflokkinum.
79 views0 comments