Ruddingardagur í Skálavík
Í skrivi til bygdafólkið boðar kommunan frá almennum ruddingardegi í Skálavík, leygardagin 18. mai.
Byrjað verður kl. 10.00 við drekkamunni í Undirhúsinum áðrenn farið verður í sving. Ruskposar fáast á ruskplássinum og heitt verður á bygdafólkið, at samla alt uttandurða rusk saman og seta tað fram við vegnum. Bygdarráðið skipar fyri ruskinsavningini.
Aftaná skipar ungmannaffelagið Keldan fyri onkrum góðum til matna niðri í Undirhúsinum.
13 views0 comments