Ramsar-fundur í Skúgvi


Mánadagin hevði Ramsar-nevndin fund í Skúgvi.


Skúvoyggin er ein av trimum Ramsar-oyggjum í Føroyum. Hinar eru Nólsoy og Mykines.


Ramsar ætlanin fyra Skúvoynna hevur hesi mál:


- at gera reglur um rottu og mús, serliga at fyribyrgja innrás í Skúvoy

- at fáa meira skipað viðurskifti fyri gongd í haganum og

- at gera reglur um sigling kring oynna, serliga at fyribyrgja, at fuglur verður

órógvaður av skjóttgangandi bátum.


Tað eru umboð fyri bygarráðið, hagastýrini, kunningarstovuna, havstovuna, náttúrugripasavnið og umhvørvisstovuna, sum manna Ramsar-nevndina fyri Skúvoy.



10 views