R7 sendir úr Sandoynni í dag

Sandoyarsendingin hjá R7 verður á skránni í dag frá kl. 13.00 til 15.00
Í sendingini í dag verður tosað við nøkur av teimum, sum fáast við ferðavinnu í Sandoynni.
Tosað verður við Ólav Thorsteinsson, leiðara á Hotel Skálavík og Finnleif Fagradal, sum hevur bussar í ferðavinnuni. Birita Dalsgaard Olsen og Martini Karl Olsen, sum eiga " Mølina" í Skálavík og Tordis K. á Rógvi Simonsen, leiðari á Sandoyar Kunningarstovu verða eisini at hoyra í sendingini.
Vertur er Birgir Waag Høgnesen.
43 views0 comments