Prísurin verður ikki broyttur




Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur svarað Brandi, sum spurdi um prísin á skervi í Sandoynni.


Brandur spurdi um landsstýrismaðurin ætlaði at bera so í bandi, at søluprísurin av skervi bleiv tann sami í Sandoynni sum aðrastaðni í landinum?


Landsverk hevur í eitt mannaminni knúst og selt skerv í Sandoynni. Fyri nøkrum árum síðan gavst Landsverk við at knúsa tilfar, og fór at føra tilfarið, ið tørvur var á í oynni, suður við skipi.


Landsverk hevur allatíðina hildið seg til, at somu prísir eru galdandi fyri øll sølustøð í landinum, í Hundsarabotni, á Hústoft, í Porkeri, á Sundi og í Sandoynni.


Fyri einum ári síðan ella so valdi Landsverk tó at broyta hetta, soleiðis at sandoyingar nú skulu gjalda 23% hægri prísir enn flestu aðrir landsins borgarar.


Hesin órættur má fáa ein enda, og tí verður landsstýrismaðurin spurdur, um hann ætlar at broyta hesi viðurskifti.


Jørgen svarar, at skervur fer ikki at kosta tað sama í Sandoynni sum aðrastaðni í landinum.


Skervurin verður fluttur í Sandoynna. Og flutningskostnaðurin verður lagdur oman á prísin. Annars er prísurin tann sami sum aðrastaðni í landinun, og eingin ætlan er um at broyta hetta.






40 views