Páll takkar fyri seg


Páll á Reynatúgvu boðar í morgun frá, at hann gevst politikki.


Tá liðugt var at telja upp í gjárkvøldið var greitt, at tjóðveldið hevði fingið seks tinglimir og at Páll við 252 atkvøðum, var sjeyndur á tjóðveldislistanum, og rakk harvið ikki einum tingsessi.


Á Facebook takkar Páll fyri ferðina og fyri møguleikarnar hann fekk at tæna føroysku tjóðini og ynskir samstundis nývalda Løgtinginum blíðan byr.



0 views