"Onki veður" á Brekkuni stóru


Nú illveður er kring landið, og hvirlunar í summum støðum fara upp um 60 metrar um sekundið, fæst lítið at vita um veðrið í Sandoynni.


Landsverk hevur tveir vindmátarar í Sandoynni. Annar er í Skopunar havn og hin er á Brekkuni stóru.


Mátarin í Skopunar havn sendir sum vanligt, og í skrivandi løtu er vindferðin í hvirlunum 28 m/s.


Tað er í teimum høgt liggjandi støðunum, at mesti vindurin er máldur, men sum myndin vísir fæst einki at vita um vind á Brekkuni stóru.


Sambært yr.no verður mesti vindurin frá kl 19.00 til midnátt. Miðal vindferðin verður 24 metrar um sekundið.



36 views