Ongin eplafestivalur verður í ár



Nevndin í Veltuni avgjørdi á fundi í gjárkvøldi at avlýsa ársins eplafestival.


Nú støðan við korona-smittuni broyttist so nógv til tað verra, heldur nevndin tað ikki vera ráðiligt at skipa fyri so stórum tiltaki.


Eplafestivalurin, sum seinastu fimm árini hevur verið hildin í Trøðum á Sandi, samlar nógv fólk. Í fjør bleiv mett at yvir 3000 fólk vitjaðu í Trøðum henda dagin. Hetta er ov stórt tiltak at fara í holt við, nú støðan er so ótrygg sum hon er.


Ársaðalfundur var hildin beint fyri Ólavsøku og á fundinum í gjárkvøldið skipaði nevndin seg eisini. Jóannes Johannessen heldur fram sum formaður, næstformaður er Gunnar Bjarnason og nývaldur nevndarlimur er Dagunn Jógvansdóttir Clementsen.


Næsti eplafestivalur verður 2. oktobur 2021.

47 views0 comments