Okkara menn fara at geva vágamonnum skarpan gang


17. umfar av landskappingini í 1. deild hjá monnum verður leikt inni í Dal sunnudagin kl. 15.30.

Mótstøðuliðið eru oddafiskarnir í deildini 07 Vestur úr Vágunum. Tað hevur ikki gingið eftir vild hjá B71 nú summarsteðgurin var av, meðan vágamenn hava havt ein lítlan upptúr síðani vit bastu teimum í seinastu uppgerðini liðini millum.

Ivaleyst er uppgávan munandi torførari hesu ferð, aldan tí tað er útiliðið, ið ríðir á einum góðum stima. Men tað hevur ongantíð steðga okkum áður og tað ger tað heldur ikki hesuferð. Okkara menn fara at geva vágamonnum skarpan gang, ivaleyst væl hjálptir av góðum stuðlum kring vøllin.


Hetta skriivar B71 á Facebook.

15 views