Oddfríður í uppskoti til bókmentavirðisløn

Fyrsta skaldsøgan hjá Oddfríði M.Rasmussen "Ikki fyrr enn tá", er í uppskoti at vinna Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins.
"Ikki fyrr en tá" vann skaldsøgukappingina hjá Sprotanum og bókahandlunum í 2018.
Sprotin gav bókina út í 2019 og fyri tíðina verður hon lisin sum framhaldssøga í útvarpinum.
13 norðurlendskar skaldsøgur og stuttsøgu- og yrkingarsøvn eru tilnevnd at fáa bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í ár.