Norðurlendska FLL finalan er í dag

Noðurlendska finalan í FIRST LEGO League er í dag í Roskilde og føroyameistararnir, City Masters, úr Sands skúla eru við.
Manningin á liðnum var henda: Ró, Magnus, Dánjal, Hannah, Beinir, Annika, Rebekka og Elsebeth, øll úr 5. flokki.
Um vinnararnar bleiv sagt tá Føroyameitara- kappingin var avgjørd, at "tey hava verið imponerandi í granskingini, tey hava verið imponerandi í tøknini, tey hava verið imponerandi í marknaðarføringini og hava sum heild klárað seg ótrúliga væl."
43 views0 comments