Neytalortakapping



Í samband við neytalortakappingina, sum verður hildin á Eplafestivalinum í Trøðum á Sandi t. 28.09.2019, so selja vit seðlar hurð til hurð í oynni áðrenn sjálvan dagin.

Selt verður á Sandi mánakvøldið 16.09 frá kl. 18.00 og vit eggja øllum í bygdini at eiga reiðan pening inni at keypa seðlar fyri, tá fryntligu sølufólkini koma á gátt :)

Seðlarnir kosta 100 kr og vinningarnir eru hesir:

- 15.000 kr gávukort frá Atlantic Airways - Neytafjórðingur frá Hamarsgarði í Skálavík - Lamb í heyst frá Skemmugarði á Sandi - Gávukort á 1950 kr frá Føroya Grótvirki í Skopun - Sniðgivin krakkur frá Snikkarakjallaranum í Dali

Harafturat er møguleiki at vinna sær ein 20 kg sekk av eplum eftir handanina av vinningunum á degnum, við tí at vit trekkja um 4 sekkir av eplum frá ávíkavíst Miðstovugarði og Uttastovugarði á Sandi.

Við vón um dyggan stuðul!


Hetta skrivar B71 á Facebook.

20 views