NCC Føroyar søkir eftir bilførarum til Sandoynna

Søkt verður eftir bilførarum at koyra dumpara á Sandi.
Arbeiðsuppgávur: - Koyring av dumpara í tunnel - Dagligt viðlíkahald av dumpara - Annað fyrifallandi arbeiði
Royndir við koyring av tungum akførum eru ein fyrimunur, men ikki ein treyt. Upplæring í dumparakoyring og viðlíkahaldi verður givin.
Vit vænta av tær, at tú ert fleksibul, álítandi og sjálvstøðug/ur. Tu mást skilja og tosa norðurlenskt.
Vit bjóða 12/9 turnus. Løn smb. avtalu.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Nina Rekkedal, anleggsleiðara, tlf 783802 ella mail nina.rekkedal@ncc.no.
Starvið verður sett skjótast gjørligt.
NCC Føroyar er partur av NCC Norge. NCC Føroyar byggir eystur- og sandoyartunlarnar. Tað starvast uml 150 fólk á báðum verkætlanunum.
Freistin at søkja er 7. mars 2020