Navnið er Mat & Moldmentanarháskúlin

Nýggi háskúlin í Sandoynni hevur fingið navnið Mat & Moldmentanarháskúlin.
Fyrsta skeiðið byrjar 2. septembur, og pláss verður fyri 12 næmingum.
Á heimasíðuni moldmentan.fo ber nú til at melda seg til tíðindabrøv frá háskúlanum.
Skeiðini eru ikki lýst enn, men á Facebook í dag boðar Mat & Moldmentanarháskúlin frá, at tey sum melda seg til tíðindabrævið frá skúlanum fáa boðini áðrenn tey verða lýst alment.