Nývalda bygdarráðið í Skálavík skipað seg

Júst stytsta dag, 21-12-2020 hevði nývalda bygdarráðið í Skálavík sín fyrsta fund. Endamálið var at skipa formansskapin.
Ikki óvæntað helt verandi formansskapur fram aftan á valið, tí tey gjørdu eitt sera gott val.
Linjohn Christiansen, borgarstjóri
Anita Joensen varaborgarstjóri
Grundað á serligar umstøður var avgjørt at útseta fundin av nevndarvali til millum jóla og nýggjárs.
Hetta skrivar skalavik.fo