Nýtt um Sandoy Seafood




Av tí at nógv Sandoyggjafólk og miðlar seta seg beinleiðis í samband við meg um støðuna á virkinum í Skopun, um nær og um í heilatikið Sandoy Seafood letur upp aftur, vil eg hervið sum borgarstjóri geva tykkum hesa kunning.


Ole Nattestad og kona hansara Ann-Dorith hava víst áhuga, men ikki treytaleyst, tey kanna ymiskt.


Kemur tað hartil, at tey koma á mál, skal parturin hjá Skopunar Kommunu ikki liggja eftir.


Turrgoymsluna eigur Skopunar kommuna og har verður eingin trupuleiki.


Hetta stórmál fyri Skopun og Sandoyar sýslu hava vit lagt í Harrans hendur, og fer hann at greiða hetta fyri okkum.


Vinarliga

Gerhard Lognberg

borgarstjóri

Skopunar Kommuna

0 views