Nýinnkomnu menninir gjørdu ein góðan figur


Fimta umfar í 1.deild hjá monnum bleiv leikt í gjár.

B71 spældi í Fjalsdali móti Víkingi og úrslitið bleiv 3-1 til Víking

B71 liggur í løtuni á 6. plássi í landskappingini við 5 stigum fyri fimm dystir.

Næsti dysturin hjá B71 er sambært leikskránni móti FC Hpyvík á úvølli tann 6. juni.

Um dystin skrivar heimasiðan hjá B71:


Gjørdu ikki arbeiðið liðugt

Enn einaferð missa vit stig tí vit megna ikki at vera kyniskir. Vit vóru betri enn mótstøðuliðið tá vit hildu høvdið kalt, men missa fokus, oysla og tað kostar dýrt.


Dystur mitt í viku er altíð nakað lort. Men orsaka av Korona steðginum, so hava vit nógvar av dystum sum liggja gerandisdagar, so vit kunnu akkurát tað sama venja okkum við tað.


Eftir ein katastrofalt vánaligan dyst í Gundadali leygardagin, so leitaðu vit eftir eitt sindur av uppreisn inni í Dal í gjárkvøldið, hóast 3 dystir uppá 7 dagar merkti at stórar útskiftingar vóru neyðugar, fyri at tryggja at vit ikki missa fólk uppá orsaka av manglandi hvíldartíð. Nýinnkomnu menninir gjørdu tó ein góðan figur í gjár, summir ungir, aðrir ríða bonkin meir enn vanligt, men allir tóktust vera komnir inn í Dal fyri at vísa at teir ætla sær ikki at vera á bonkinum alt árið.


Hóast tap, so kann man leita sær ugga í at teir menn sum sita á bonkinum saktans kunnu koma inn og gera arbeiðið til lítar. Alvi Jespersen og Jákup Høgnason fingu ein elddóp í verjuni ímóti núverandi toppliðnum í 1. deild Víkingi og teir røktu sína uppgávu til fulnar, hóast tað sást at teir enn eru óroyndir. Hesar royndirnar koma tó bara við dystartíð og tí mugu og skulu teir slúsast inn á liðið, so títt og knapt ein møguleiki er til tess.


Gunnar Lydersen og Hans O. Hentze hava royndirnar frá fyrr av, men hava higartil ikki fingið so nógvar minuttir frá byrjan. Gunnar hevur fingið ein nýggjan leiklut í hinum endanum á vøllinum og hóast hann ikki leikti fullan dyst í gjár, so vísti hann góðan førleika til hendan leiklutin eisini. Hans hevur skjótleikan at spæla á vonginum og kempar nógv, so har er gott í væntu. Felags fyri allar eru at teir gjøgnum árið mugu fáa nógvar minuttir at læra nýggjar leiklutir og upparbeiða rutinu.


Hóast vit í ár hava meldað út at vit ynskja at berjast ímillum fremstu liðini um uppflyting, so hava vit samstundis eina meiri langsiktaða ætlan um at okkara egnu og ungu leikarar fáa alla tað spælitíð sum teir hava uppiborið. Eisini um tað merkir at risikerað eitt úrslit her og der. Vit hava áður brent okkum av at vera ov bangin fyri at taka kjansir, men hettar er neyðugt, skal besta mansliðið hjá B71 halda á fram við síni menning og vísa yvirfyri ungdóminum í oynni at teir fáa møguleikan við okkum, um tey vera verandi og arbeiða fyri tí.


Tá úrslitið er so moðið sum tað er, so tíma vit sjáldan at brúka óneyðuga orku at lýsa mál og støður í dystinum og tílíkt. Heldur brúka vit tíðina uppá tey positivu tingini, ið vit kunnu draga burturúr einum annars vánaligum degi reint úrslitsmessiga.


Um sjálvan dystin kann sigast at B71 trýstir Víking væl og disiplinerað í fyrra hálvleiki og tað er nýtilkomni verjuleikarin Brian Okpala, ið leggur okkum framum í 29. minutti. Um hettar mundi sær tað bara gott út, men Víkingur svarar prompte aftur í 37. minutti tá Ingi Jonhardsson javnar. Hálvleiksstøðan er 1-1.


Í øðrum hálvleiki missa vit stevið nakað nógv og miðjan tykist vera fullkomiliga burtur hesa løtuna. Víkingur leggur seg uppiborið framum 1-2 tá Arnbjørn Svensson rekur forbí eina snorksovandi verju og leggur bóltin hegnisliga tætt at stongini, forbí Jóhan Herálv í málinum, ið bert kann standa spyrjandi um hví ongin megnaði at steðga hesi renning.


Aftaná málið til 1-2, so taka okkara menn seg tíbetur meiri saman og koma til eina rúgvu av hálvum og heilum málmøguleikum. Gustav kemur inn og fær sett nøkur ting í gongd og okkurt einkul skot. Markus rakar yvirleggjaran og bólturin verður beindur burtur á málstrikuni av Víkingi. Vit tykjast vera gandaðir og onki útjavnandi mál kemur.


Ístaðin so rennur tíðin spakuliga út í sandin og sami maður sum skoraði leiðslumálið, skorar til endaliga úrslitið 1-3 í 87. minutti og so er onki eftir at spæla fyri. Momentumið hjá B71 er farið.

Leikbann, leikbann, leikbann!!!

Sama minutt sum síðsta málið fær Sverri Dalsgaard reytt kort fyri at hevna seg inná ein mótstøðuleikara, har hann smekkar ein mann niður. Hann verður prompte rikin av vølli og hevur tað fult uppiborið. Slíkt heiladeytt spæl hoyrir ongastaðni heima, men er ein sjúka sum er deild millum fleiri B71 leikarar, ið í hesum støðum tykjast deila eina heilasellu. Hettar bara skaðar liðið, ið nú má vera fyriuttan fleiri mans yvir fleiri dystir. Als, als ikki gott nokk. Hettar hoyrir ongastaðni heima og um menn eru so uppsettir uppá at vera riknir av vølli, so skuldu teir betri bara sitið heima. Einasta ljóspunkt er at hann, mótvegis nógvum øðrum, tekur reyða kortið uttan stórvegis brokk og fer av vøllinum sum biðin.


Týdningarmikið at viðmerkja nú at okkum dámar ongantíð at hongja menn út sum gera mistøk. Men hettar hendir for oftani og liðið hjá okkum tolir hettar ikki meira. Hevði tað verið hendingaferð, so høvdu vit nærum ikki tímað at nevnt tað, vælvitandi um at tað fór ikki at koma fyri aftur. Men hettar hendir umaftur og umaftur og er ein sjúka sum vit mugu av við, skjóast gjørligt. Vónandi trongir hesin boðskapurin inn hjá leikarunum.


Vit hava higartil leikt 5 dystir og fingi 11 gul kort og 3 reyð! Hvat hugsa menn fyri sær? Kort eru ein partur av spælinum, men hettar blívir for láturligt. Gevist við hesum tvætlinum og gevist nú!

Næsti dystur

Hóast vit hava nógvar barnasjúkur og dystirnir seinastu dagarnir ikki hava follið í okkara favør, so er nógv at gleðast um. Menn vísa framgongd, eisini teir sum enn missa høvdið. Tað er vón fyri øllum leikarum og vit ynskja inniliga at vit til ársenda kunnu flenna at teimum býttu mistøkunum sum vit gjørdu fyrst í árinum. At tapa tvær ferðir á rað er ikki nøkur fadesa. Tað koppar onki projekt. Vit gloyma nú hettar sum er farið og hyggja frameftir ímóti næsta dysti, leygardagin 06.06 kl. 16.00  í Hoyvík ímóti FC Hoyvík.


Enn ein møguleiki at vísa hvat fyri stoypningi vit eru gjørdir av og prógva fyri okkum sjálvum og øðrum at vit eru eitt lið við format. Tí tað eru vit. Lat ongan iva vera um tað.

Drívið á B71!





44 views