Nýggj løðistøð í Skálavík


Nú ber eisini til at løða el-bilin í Skálavík.


Onnur løðistøðin í Sandoynni er nú sett upp í Skálavík. Tann fyrsta bleiv fyri nøkrum árum síðani sett upp á Sandi.


At fáa løðistøð setta upp í Skálavík hevur verið eitt ynski frá kommununi, nú virksemi í bygdini, og harvið eisini ferðslan, er økt munandi.


1. mai fara nýggju el-bussarnir at koyra í Sandoynni.


El-bilarnir vera fleiri og fleiri, og við teimum økist tørvurin á løðistøðum. Tey, sum keypa sær el-bil hava í flestu førum útgerð til at løða bilin við hús, men ymiskt er hvussu langt bilurin koyrir uppá eina løðing, og tí er eisini tørvur á at kunna løða bilin aðrastaðni enn við hús.


Skálavík hevur í nógv ár verið vælumtókt ferðamál. Millum annað tí gistingarmøguleikarnir hava verið góðir. Har eru nógv summarhús og nýtt gistingarhús verður bygt á Mølini, so hóast Hotel Skálavík er farið í søguna, er lítið at ivast í, at Skálavík í komandi árum fer at verða væl vitjað - eisini av fólki í el-bili.









81 views