Nú standa maskinurnar klárar í Húsavík


Tað er í morgin, hósdagin 16. mai klokkan 16.00, at Heðin Mortensen fer at seta hakan í fyri Dalstunnlinum.


Tað verður Árant Andriasson, virkandi stjóri á Landsverki, sum fer at bjóða vælkomin á staðnum, har hakin verður settur í. Hesa uppgávuna fær landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Heðin Mortensen, ið fer at siga nøkur orð í tí sambandi. Síðan verður tað borgarstjórin í Húsavíkar kommunu, Brynhild Sørensen, sum fær orðið.

Aftan á hetta eru øll vælkomin at fáa sær kaffi og lætt ábit inni í Sólarris, har møguleiki eisini verður at taka orðið.


Les meira her


0 views