Nú skal málast


Í Húsavík takast menn við at seta stillads upp við kirkjuna.


Onkrar smærri ábøtur eru at gera, og so skal kirkjan málast. Kirkjan í Húsavík er rættiliga stórur bygningur, og tað er kanska ikki fyri hvønn sum helst at fara upp í kirkjutornið at mála. Tí verður stillads sett upp, so hetta kann gerast bæði skjótt og trygt.


Tað eru húsavíkingar sjálvir, sum fara at mála kirkjuna.

45 views