Nú nærkast av álvara
Fríggjadagin verður síðsta skotið skotið í Eysturoyartunnlinum.
Í gjár skrivaði Eysturoyartunnilin á Facebook, at bara 11 metrar vóru eftir at sprongja.
Bæði Sandoyar- og Streymoyarmegin eru fyrireikingar gjørdar til at byrja boriarbeiðið, og sambært heimasíðuni hjá tunnilsfelagnum verður boriútgerin flutt beinleiðis í Sandoyartunnilin, nú Eysturoyartunnilin er liðugt boraður.
32 views0 comments