Nú lýsir aftur í Fjallsdali

Ferðsluljósini, sum blivu sett upp í samband við tunnilsarbeiði, lýsa nú aftur eftir at hava staðið myrk í ein heilan mánað.
Ljósini blivu sett upp síðsta heyst, har teir stóru dumpararnir koyra tvørturum landsvegin við tilfari úr tunnlinum.
Tá tunnilstoymið fór í jólafrí blivu ljósini sløkt, og hava staðið myrk allan januar mánað, men nú lýsa tey aftur.