"Nú gongur av báðum endum"


Klokkan fimm í dag bleiv fyrsta skotið í sjálvum tunnilsmunnanum á Gomlurætt skotið.


Tað fyrsta "offisiella" skotið Streymoyarmegin bleiv annars skotið tann 20. desembur í fjør, so tað vóru eingi tekin til hátíðarhald á Gomlurætt í dag.


Spreingiarbeiðið Sandoyarmegin byrjaði tann 27. juni, og í fyrradagin upplýsti tunnilsfelagið at 200 metrar vóru boraðir í Traðardali.


Nú er gongd komin á arbeiði báðumegin, og gongst sum ætlað, kunnu havnafólk og onnur góð fólk koyra suður til jóla í 2023.



0 views