Nú eru teir farnir í gongd
Arbeiðið uppá íbúðirnar, sum Bústaðir lata byggja á Sandi, er nú byrjað.
Tað var í gjár, at menn frá SH-Bygg fóru í gongd. Íbúðirnar vera 5 í tali, tær vera 77 fermetrar til støddar og skulu eftir ætlan verða lidnar seinni í ár.
Sp/f SH-Bygg hevur heimstað í Hvalba og stjóri er Herman Signarson Olsen. Í løtuni arbeiða 18 manns hjá SH-Bygg.
94 views0 comments