Nú er verulig gongd komin á


Tað var fríggjadagin at fyrsta skoti í sjálvum tunnlinum bleiv skotið. Fyri tann ókøna sær tað út til at ganga skjótt, tí nú 3. dagin eftir er komið so mikið inn, at maskinurnar so dánt hómast í myrkrinum.


Einki blev gjørt burturúr hesum skotinum. Tað stóra hátíðarhaldið í samband við byrjanina var longu tann 21. juni í fjør, tá fyrsta skotið til tunnilin bleiv skotið Sandoyarmegin.

92 views