Nógvur tónleikur á sandoyarstevnuni


Fleiri av okkara frægastu tónleikarum syngja og spæla á sandoyarstevnuni í ár.


Leygardagin fer Danny Baldvinsson, sum tey flestu kenna frá bólkinum Danny & the Veetos, at spæla Niðri á Keldu.


Hotel Skálavík hevur lýst at Signar í Homrum fer at spæla á hotellinum. Tað verður fríggjakvøldið frá kl. 17.00 til 19.00.


Fríggjakvøldið verður eisini tónleikur á Cafe'ini á Mølini. Har fer Sámal Ravnsfjall at spæla frá kl. 19.00 til 22.00.

128 views