Fleiri nýggj tiltøk á Hotel Skálavík í summar



Á hotellinum gleða vit okkum til eina fantastiska sandoyarstevnu. Vit hava boðið Signari í Homrum suður at hjálpa okkum at koma í stevnuhýr.


Fríggjakvøldið 5. juli frá kl. 17.00 til 19.00 fer Signar at spæla síni vælkendu løg og vit syrgja fyri góðum mati og drekka við eini spennandi nýggjari matskrá.


Angela & Hannibal koma til Skálavíkar at undirhalda í tveir suttligar dagar, so er man barn ella barnsligur, er Hotel Skálavík staðið at vera 22. og 23. Juli!


Hósdagin 1 august kemur ævintýraferðin til Skálavíkar.

Dánjal Kaggadingding og Búi Sibbidibbidim eru klárir at hugtakað øll við barnligum lyndi.Teir báðir hava gjørt eina nýggja framførslu, ið verður uppaftur snedigdari enn undanfarin ár. Tað merkir at vit fara at buldrast enn meira til vit brotna og klemmast enn meira til vit koppa!


Hetta skrivar Hotel Skálavík á Facebook

0 views