Næstan útselt um Skopunarfjørð

Nógvir av gestunum, sum hava vitjað í Sandoynni á hvítusunnu, fara norðaftur í dag.
Umframt tað, at hetta er eitt av teimum longu vikuskiftunum, so hava eisini aðrar orsøkir verið at vitja í Sandoynni hetta vikuskifti.
Samkoman í Vón hevur havt hvítusunnustevnu í Skopun, konfirmatión var hvítusunnudag og leygardagin var djóradagur í Húsavík.
At fleiri fólk enn vanligt hava vitjað í Sandoynni sæst eisini á bíleggingarskipanini hjá Teistanum. Tað er útselt til allar túrarnar uttan kl 22.30, har tað í skrivandi løtu eru nøkur fá pláss eftir.
70 views0 comments