Náttarvakt til Teistan


Søkt verður eftir eini náttarvakt til Strandfaraskip Landsins at seta í starv 1. juli 2020. Viðkomandi skal byrja umborð á Teistanum, men kann verða fluttur umborð á onnur skip hjá Strandfaraskipum Landsins, sum fyriskipað av leiðsluni.


Arbeiðstíðin umborð á Teistanum er eina viku umborð og eina viku frí. Arbeiðs- og vaktarskipanin er fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan hjá tí skipi, sum tú starvast á. Tað vil siga, at arbeiðstíðin er um kvøldið, tá Teistin er liðugur við dagsins ferðaætlan til næsta morgun, tá siglingin byrjar aftur.

Farleiðin hjá Teistanum er Skopun-Gomlurætt, og skipið liggur í Skopun um náttina.


Starvið Náttarvaktin umborð á Teistanum, hevur ábyrgd av, at trygdin á skipinum er í hásæti, og at trygdin er í lagi alla náttina. Hetta kann millum annað verða at hava eftirlit við alarmum, lekum og at lata portrið aftur til ásetta tíð. Um nakað er áfatt hevur tú ábyrgd av at boða frá. Og tað er heilt víst, at manningin hevði dámt væl, at fingið ein góðan kaffimunn, tá ið teir/tey vakna.


Sum náttarvakt vænta vit, at tú: • Ert álítandi og ábyrdarfull/ur • Ert fyrikomandi og arbeiðsom/samur • Ert skipað/ur og kanst arbeiða sjálvstøðugt • Hevur góðan røkjuskap • Dugir væl at samskifta og samstarva • Fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum Tað kann verða ein fyrimunur, um tú hevur maritimar royndir.


Setanar- og lønarviðurskifti Setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Arbeiðarafelag, vísandi til § 17 “Vaktarmenn á skipum”.


Umsókn Umsókn við avritum av viðkomandi skjølum og møguligum viðmæli skulu sendast til Eyðhild Jacobsen, leiðsluskrivara, á t-post eyj@ssl.fo ella til:

Strandfaraskip Landsins Sjógøta 5 Postboks 30 FO-810 Tvøroyri


Umsóknarfreistin er fríggjadagin 29. mai 2019 kl. 12.00. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til manningasamskiparan, Páll Heri Nolsøe, á tlf. 293024 ella við at senda ein teldupost til pan@ssl.fo.



59 views