Námsfrøðingur til Barnagarðin í Gerðinum



Skopunar kommuna sóknast vegna Barnagarðin í Gerðinum eftir námsfrøðingi.


VIT SÓKNAST EFTIR:

Námsfrøðingi at arbeiða 35 tímar um vikuna.

Talan er um eitt farloyvisstarv til 15. oktober 2020.


LÝSING AV STOVNINUM:

Barnagarðurin er ein stovnur, har uml. 40 børn ganga. Ein stova er til vøggustovubørn og tvær stovur til barnagarðsbørn.


Starvsfólkabólkurin, sum telur 11 starvsfólk, er samansettur av námsfrøðingum, fleiri væl royndum hjálparfólkum og onkrum nýggjari. Á Stovninum leggja vit dent á, framhaldandi at menna starvs-fólkini.


Stovnurin er væl normeraður, og tíð er sett av til fyrireiking/eftirmeting.

Barnagarðurin liggur mitt í bygdini, við stórum spæliplássi rundan um, og stutt er til náttúruna, sum vit brúka nógv. Haga, áir, vøtn, djóralív o.a.


Í OKKARA ARBEIÐI VERÐUR DENTUR LAGDUR Á:

· at virka í tráð við námsætlan stovnsins

· at møta barninum, har tað er í menningini

· fría spælið

· kropp og rørslu

· mál og mentan


VIT VÆNTA :

· at tú ert fyrikomandi og samstarvssinnaður

· at tú kanst virka í tráð við námsætlan stovnsins

· at tú sært møguleikar fram um forðingar

· at tær dámar at vera úti í náttúruni


SETANARVIÐURSKIFTI:

Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.


Um eingin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk verða sett eftir nærri avtalu.

Um hetta er nakað fyri teg, so send eina umsókn til: gerdinum1@gmail.com, í seinasta lagi 24. oktober 2019.


Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Sigrid Petersen, stovnsleiðara, tel. 216202.