Námsfrøðingur og hjálparfólk til Barnagarðin á Sandi


Starvslýsing:

Barnagarðurin á Sandi søkir eftir:

• 1 námsfrøðing 30 tímar pr viku, at seta frá 01.02.20 • 1 hjálparfólk 30 tímar pr viku, at seta frá 01.02.20 til 31.12.20 (fyri eitt hjálparfólk sum er í farloyvi) (Um so er, at eingin námsfrøðingur søkjur, verður starvið sett við skikkaðum hjálparfólki)


Okkum tørvar starvsfólk, sum vilja arbeiða miðvíst við okkara námsætlan, sum eru áhugaði í at arbeiða við verkætlanum og at skapa eitt mennandi læringsumhvørvi fyri børnini.


Vit vanta av tær: • At tú er jalig og dámar at vera saman við børnum • At tú er fakliga áhugaður • At tú er opin fyri nýhugsan og broytingum • At tú kann arbeiða sjálvstøðugt • At tú hevur góðar samstarvsførleikar


Tað vit kunnu bjóða tær, er millum annað: • ein vælvirkandi starvsfólkabólk og stovn • upplivingar og útfordringar frá og við børninum, starvsfólki og foreldrum og nógv aftrat.


Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KAF. Arbeiðstíðin er vanliga millum kl. 06.15 og 17.00.


Tú fært nærri upplýsingar um starvið, um tú vendir tær til Petrinu Nolsøe, leiðara á tlf. 212751 .

Skrivlig umsókn við møguligum viðmælum, skal sendast til Barnagarðin á Sandi, teldupost teigar@sandur.fo

Umsóknarfreistin er úti 31.01.20. Allir umsøkjarar fáa svar umvegis teldupost.


Barnagarðurin á Sandi