Munadygg tiltøk skulu setast í verk



Svar upp á skrivligan fyrispurning frá tingmanninum Brandur Sandoy løgtingsmál nr. SS-003 viðvíkjandi rúsevnum



Fyrispurningur


  1. Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera við versnandi støðuna við hørðum rúsevnum millum ung?

  2. Metir landsstýrismaðurin, at eftirlitið við innflutningi av ólógligum rúsevnum er nøktandi?

  3. Er landsstýrismaðurin vitandi um, at royndir eru, ella hava verið, gjørdar at framleiða hørð ólóglig rúsevni í Føroyum?


Svar


1. Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera við versnandi støðuna við hørðum rúsevnum millum ung?

Landsstýrið, við løgmanni á odda, ásannar, at støðan við hørðum rúsevnum millum ung er sera álvarsom, og tí hevur landsstýrið gjørt av, at munadygg tiltøk skulu setast í verk, so vit fáa bast støðuni við hørðum rúsevnum millum ung.


Støðan við rúsevnum millum ung hevur sera høga politiska raðfesting, og tí hevur landsstýrið sum nakað nýtt gjørt av at seta ein arbeiðsbólk við umboðum fyri allar viðkomandi myndugleikar, t.v.s. Løgmansskrivstovuna, Fíggjarmálaráðið, Mentamálaráðið, Almannamálaráðið, Heilsumálaráðið, Kommunufelagið og Politiið. Heilsumálaráðið samskipar hetta arbeiðið.


Uppgávan hjá arbeiðsbólkinum er skipað í tveimum pørtum. Arbeiðsbólkurin skal fyrst koma við uppskotum um, hvørji tiltøk kunnu setast í verk beinanvegin; og síðani skal arbeiðsbólkurin koma við uppskotum um, hvat skal gerast frameftir.


Innan 14 dagar skal arbeiðsbólkurin lata landsstýrinum eina lýsing av átaksøkjum, sum eru viðkomandi at seta í verk beinanvegin fyri at tálma útbreiðsluna og nýtsluna av rúsevnum. Tá hetta arbeiðið er gjørt, skal arbeiðsbólkurin undir næsta partin, sum er meira víðfevndur. Arbeiðsbólkurin skal handa landsstýrinum eina heildarætlan um tiltøk at seta í verk, so vit fáa bast trupulleikanum við rúsevnum í framtíðini.


2. Metir landsstýrismaðurin, at eftirlitið við innflutningi av ólógligum rúsevnum er nøktandi?

Tað er av størsta týdningi, at vit hava eitt munadygt eftirlit, tá tað snýr seg um innflutning av ólógligum rúsevnum. Eg kundi hugsað mær, at vit høvdu eitt nógv strangari eftirlit við innflutningi av hesum evnum, enn vit hava. Eftirlit við innflutningi hoyrir undir málsøkið hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, og fari eg tí at mæla spyrjaranum til at seta landsstýrismanninum í fíggjarmálum henda spurning.



3. Er landsstýrismaðurin vitandi um, at royndir eru, ella hava verið, gjørdar at framleiða hørð ólóglig rúsevni í Føroyum?

Løgreglan hevur upplýst fyri mær, at løgreglan arbeiðir við einum slíkum máli.



Heilsumálaráðið, 5. desember 2020


Kaj Leo Holm Johannesen

landsstýrismaður


8 views0 comments