Minningarorð um pápa mín, Petur Hans Winther.




Fjálgt er at kenna hitan av hondum sum sleptu.


Mánadagin 28. Okt 2019 andaðist pápin, 84. ára gamal.


Foreldrini hjá pápa vóru Joen Jacob og Rosa Winther.


Pápin var næstelstur í einum systkinaflokki, og vóru tey seks systrar og tríggir brøður.


Pápin fór til skips sum 14. ára gamal. Hann sigldi við línu, snellu, og við trolbátum.


Eitt tíðarskeið royndi hann seg úti í stóru verð, og eftir tað fór hann at sigla hjá Strandferðsluni í nøkur ár.


Í 60-70 árunum átti pápin Fiskaklett og Líraberg , saman við brøðrunum hjá sær Sommer og Herman.

Mær er sagt at tað var ein strævin tíð, tí báðir bátarnir skuldi drívast.

Pápin førdi annan bátin, og Sommer førdi hin.

Pápin segði fyri mær , at árini millum 30 og 40 hjá sær, mintist hann lítið til, tað helt hann kanska var tí at arbeiði tók hvørja løtu av døgninum, hesi ár.


Ja, hann baldist so at siga alt lívið á sjónum.

Útróðrarbát átti hann eisini, og fekst við útróður, so leingi sum heilsan var til tað.


Ja var tað ikki sjógvurin, so var tað arbeiðið á landi sum skuldi gerast.

Hann var ongantíð í frið.

Sum hann ofta tók til orðanna: eg eigi konu og fimm synir, og tey skulu forsyrgjast hvønn dag. Og tað gjørdi tú til fulnar, pápin.


Vit brøðrirnir hava haft eitt gott og trygt heim, úti Við Lið 14. Um pápin var nógv burtur, so var mamman altíð har fyri okkum, so hennara leiklutur, vitan og ráð, trutu ikki.


Pápin var mær mangan góður í ráðum, óansæð nær tú kom til hansara, ella hvat tú spurdi hann um, so fekst tú tað besta frá honum. Takk fyri tað pápi.


Sum árini komu, viknaði heilsan hjá tær, og tey síðstu árini her á fold var tú á røktarheimi her í oynni.Har fingu vit eisini manga góðu løtuna, saman við tær og mammu.


Og trúgv sum altíð, so var mamma hjá tær hvønn einasta dag, líka til tú andaðist.


Má Harrin styrkja, og vera hjá tær mamma, í tíðini sum kemur.


Sakni teg pápi.

Og vil takka tær fyri alt tú var fyri meg, og gleðist um at vita , at vit einaferð skulu møtast aftur.


Friður verði við minnunum um pápa mín, Petur Hans Winther.


Rúni

179 views0 comments