Midnáttarrøðan hjá Martin Karl Olsen


Gott kvøld skálvíksingar, sandoyingar og stevnugestir.


Eg var 7 áragamalur, tá eg fyrstu ferð steig fótin á land á Sandoynni. Hetta var, tá Smyril av og á legði at á Sandi. Aðruferð var, tá eg við pyltunum hjá VB, var til eina fótbóltskapping. Triðjuferð var, tá eg við skótaliðnum Royndini Fríðu úr Vági var á Keldu til eina stóra skótalegu. Fjórðu ferð var eg aftur á Keldu. Tá var eg saman við øllum 52 floksfeløgum mínum úr 10.fl úr Vágs skúla. Allar hesar ferðir standa sera sterkt í minni mínum sum nakað sera gott.


Lívið lagaði tað so, at eg og Birita, eftir at vit høvdu sett búgv, vildu brúka okkara frítíð her í bygdini. Tað var ein summarmorgun, ja neyvt fyri 11 árum síðan, at Birita, Jákup og eg komu til bygdar við 4 formum og einari blandimaskinu og ætlaðu at byggja okkum eitt summarhús. Minnist, at ein gamal maður í bygdini kom framvið. Tá hann hevði hoyrt, hvat vit ætlaðu, segði hann “Eg meini tað” Vit hava kent okkum sera vælkomnan her í Skálavík, óalmyndiliga fitt og fyrikomandi fólk, ið her búgva. Løturnar eru mangar í summarhúsinum á Oyrarvegi 5 í Innaradali, sum hava tikið bráddin av strevinum í Havn.


Sjálvur eri eg suðringur og havi eg altíð hildið at Suðuroyggin er ein tann vakrasta í Føroyum, men síðan vit eru komin hendavegin og hava havt ríkar løtur her á oynni, haldi eg, at Sandoyggin avgjørt ikki stendur aftanfyri. Náttúran er sera margfeld, og eitt nú allir teir vakru lagaðu grótgarðarnir standa sera sterkir í samlaðu myndini, og ikki minst bera boð um eitt raskt fólk.


Sandoyggin hevur eisini borið stóran part av at byggja og útvikla hetta landi, ið vit øll eru so góð við. Á landbúnaðarøkinum hevur Sandoyggin upp gjøgnum tíðirnar víst vegin, og tá ein kemur á oynna í dag, kennist tað, sum um ein kemur í útlond. Stórir traktorar og maskinur eru á stóru veltu fløtunum á oynni, ja sjálvt eplini verða velt við maskinum. Her grør um gangandi fót.


Á fiskivinnuøkinum eru tøk tikin, útróðurin hevur verið stavnhaldið, og menn hava fingið mangan fongin til lands, bæði her og tá útróður hevur verið drivin í øðrum londum við. Skip hava og fara framhaldandi at hava sínar heimahavnir her í oynni. Tikin eru ódnatøk fyri at lyfta tí at fáa skip og virkir at virka í nærumhvørvinum. Eisini hava menn leita út í verð at fáa til dagligt uppihald. Tað at vera sjómaður er eins og at hava tvær tilverur. Tú hevur mansskapi umborð sum eina familju og livir og virkar í samljóði við, og so kemur tú heim til tíni kæru og livir og virkar her. Uttan úr heimi kemur tú við upplivingum og stórum dreymum, hugsanum um alt, tú ætlar at fáa gjørt, tá tú kemur heim, hetta er sjálv meginæðrin hjá teimum mongu her á oynni, og er hetta við til at lyfta oynna mentunarliga á ovastu rók.


Kvinnurnar verða oftani gloymdar, tær hava týdningarmesta yrki og størstu árbyrgdina í samfelagnum, nevniliga at fáa heimi at virka og at uppala børnini, sjálvsagt lyfta menninir við, tá teir eru heima, men høvuðsábyrgdin liggur hjá kvinnunum.


Mentanarríkidømi á Sandoynni hevur eitt hægri gear enn flestu økini í landinum. Oyggin hevur fostrað rithøvuðndar, skøld og films- og tónlistarfólk, ið røkka langt út um landoddarnar, og sum seta Føroyar á heimskortið, ja satt at siga, skulu tit rætta ryggin og vera erpin av hesum arvi.


Nýggja tíðin hevur nýggjar vanar við sær. Nýggja vinnan ferðavinnan er um at taka seg upp í Føroyum og hevur funnið vegin til Sandoynna. Taka vit støði í øllum tí, sum undan er farið, so kemur henda nýggja vinnan eisini at hava lív laga í oynni og verða við til at vísa vegin fyri allar Føroyar. Oyggin fær fast samband um nøkur fá ár, og er hetta sera spennandi og, kemur tað at geva stórar møguleikar við sær. Ungdómurin, ið er bulurin í øllum samfeløgum, kann nú hava Sandoynna sum fyrstaval, hvat viðvíkur yrki og búðstaði. Her ræður um at droyma stórar dreymar og vísa teir í verki.


Eg elski hitt gamla hitt brimbarda býlið, sigur Hans í sanginum. Hetta kann tykjast undarligt, men hitt gamla og veðurbarda húsið á Mølini, hevur fingið sítt pláss í hjørtum okkara. Vit eru byrjaði uppá nakað, sum vit neyvan vita, hvaðar tað kann føra okkum, men er júst eitt dømi um tað, eg fyrr nevndi um dreymar og at føra teir út í lívið. Eitt kann eg siga við vissu, vit eru sera fegin um og takka mangar ferðir fyri at síggja, at sandoyingar hava tikið sera væl undir við tí, vit takast við, allar bygdirnar eru sera væl umboðaðar inni á gólvinum hjá okkum á Mølini.


At enda fari eg at sitera úr einari av mínum yndis yrkingum. Tað er frá Rasmussi Effersøe:

Og er um hetta at hava dreymar og stremba eftir at útføra teir, og tá so lokið er arbeiðið, stoltur at kunna gleðast um útint verk.


Hvat er væl eitt lív við ongum stríði? sum ein máni fyri uttan ljós!

Vakrast skínur sól í grønar líðir, tá ið ælið freka fór sín kós.


Takk fyri og framhaldandi góða Sandoyarstevnu.

0 views