Miðstovan, Uttastova og Veltan hava vunnið Embla virðisløn.



Miðstovan, Uttastova og Veltan hava í dag vunnið Embla virðislønina í bólkinum besti matvøruframleiðari.

Føroyar vunnu tvær Embla virðislønir í ár. Hin var latin "Gimburlombunum" í Nólsoy, í bólkinum besta mat-ferðamál.


Virðislønin var sett á stovn fyri at deila vitan og royndir innan matframleiðslu í Norðurlondum. Summarið 2017 vóru Embla virðislønir handaðar fyri fyrstu ferð. Tá gjørdu Føroyar eitt ordans hál. Úr Føroyum vóru tá fýra tilnevnd og av hesum vunnu vit trýggjar Embluvirðislønir. Føroyar vóru tá einasta land, sum vann meiri enn eina Embluvirðisløn.



29 views