Meiri áhugavert at royna við lemmun enn at samtrola



Føroyska sjómansmissiónin: Eftir umstøðunum hevur fiskiskapurinn verið í lagi. Vit fóru út hósnáttina og gjørdu stutta roynd, áðrenn vit fóru undir land at kroka, vegna vánaliga veðrið. Tá vit komu út aftur á fiskileiðirnar, var fiskiskapurin rímuliga góður. Vit hava 180 kør, sum er umleið 65 tons, harav gott 50 kør eru toskur,-

Tað sigur Kristian Thomsen, skipari, á Lerki. Teir landaðu til Faroe Origin týsmorgunin.

-At royna við lemmum, hevur sínar fyrimunir, og at samtrola, hevur sínar. Tó vil eg siga, at tað er meiri spennandi at royna við lemmum, tí tá eru vit einsamallir og eru fríari at taka avgerðir, so sum til dømis, hvar vit skalt royna,- sigur hann.


Les meira her.


Myndin er av FB síðuni hjá sjómansmissiónini

22 views0 comments