Meir enn 400 fólk til djóradag í Húsavík


Í góðveðrinum í dag vóru meir enn 400 fólk komin saman í Húsavík til djóradag.


Djóradagurin er familjutiltak, sum nú í fleiri ár hevur verið heilt væl vitjað. Í dag eru rættuliga nógv børn, sum vaksa upp uttan dagligt samband við kríatúr, so hetta er eitt fínt høvi hjá teimum vaksnu at vísa børnunum nakað av tí, sum var vanligt í teirra barndómi.


Millum tiltøkini var eisini høsnalortakapping. Tríggir vinnarar vóru funnir, og nummarini vóru hesi:


1. vinningur sjónvarp, seðil nr. nr. 875 2. vinningur Hotel Skálavík, seðil nr. 635 3. vinningur Brunsj seðil nr. 9



0 views