Marius DC á Ljósafløtti


Marius DC á seinsummardegnum


Hóast ljóðið er altjóða, og rappið enskmælt, so hevur Marius Dam Christophersen ættarbond til Sands. Omman á pápa síðuni er sandingur. Tí er tað upplagt, at tað mest spennandi nýggja Hip Hop navnið í Føroyum kemur suður at spæla á seinsummardegnum.


Fyrsta staklagið Drip Drop hevur ljóma í útvarpinum síðan tað kom út fyrst í juli, og okkurt staklag afturat kemur út áðrenn konsertina her suðuri. Í heyst kemur ein EP út, og tað verða m.a. løg av hesi útgávu, ið Marius og hansara DJ Jonas Langgaard fara at borðreiða við. Hetta er Hip Hop sum drippar.

11 views0 comments