Mæltu frá at friða garðarnar


Millum málini, sum blivu viðgjørd á kommunustýrisfundi á Sandi í gjárkvøldi, var eitt tilmæli um at friða bøgarðarnar í bygdini.


Sands kommuna hevði biðið um at fáa málið til hoyringar, og samtykt bleiv, ikki at taka undir við tilmælinum. Hetta var grundað á, at garðarnir eru í brúki og tæna sama endamálið, sum teir altíð hava gjørt.


Ístaðin samtykti kommunustýrið at seta pening av til viðlíkahald av gørðunum og teimum gomlu grótrættunum, havandi í huga tað søguliga virði hesar grótlaðingar hava.


0 views