Mánadagin møtast 150 fólk úr øllum landinum til ítróttardag í Sandoynni


Árligi ítróttardagurin fyri sálarsjúk, sum eind 8 hjá Almannaverkinum skipar fyri, verður í ár hildin í Sandoynni.


Um 150 fólk koma at luttaka, og flestu tiltøkini verða á vøllinum og í høllini Inni í Dal.


Har verður millum annað fótbóltur, stavbóltur og boccia á skránni. Eisini verður kondi-bingo, og sennapartin verður borðhald í Virkinum á Sandi, har eisini ymiskt verður til undihalds.

19 views