Listi K vónar at krossurin verður settur skeivt




Sólfinn Hansen, bloggar í Norðlýsinum.


Fimm og tjúgu ár eftir at pappírsleysa samfelagið bleiv kunngjørt, siga prentsmiðjurnar, at tær hava framleitt fleiri kilometrar av valplakatum, og at metið er sett í ár.


Hyggja vit so nærri at valstríðnum, so kann ongin koma og siga, at tey ikki eru vorðin klókari uppá, hvørjum flokkarnir eru ímóti. Fólkaflokkurin er ímóti uppboðssølu, ímóti menningarkvotum og ímóti skatti. Sambandsflokkurin var ímóti loysing, áðrenn nakar var fyri loysing, og er nú framvegis ímóti loysing 15 ár eftir, at nakar arbeiddi fyri loysing.  Javnaðarflokkurin er ímóti Fólkaflokkinum, Miðflokkurin er ímóti fosturtøku, ímóti Tjóðveldi, ímóti samkyndari giftu og ímóti Framsókn. Føroyaflokkurin er í Kringvarpinum og kunnger, at hann er ímóti Kringvarpinum. Og at Sjálvstýrið er ímóti sær sjálvum sæst av, at sjálvstýrismaður er farin fram á torg at mæla frá at atkvøða fyri sjálvstýrisformanninum.

Veljarar, sum eru ímóti onkrum, hava tískil eitt óvanliga breitt úrval til hetta valið.

Tey sum eru fyri onkrum, hava stórt sæð einans Framtakið fyri rættinum at velja Cannabis at velja í.


Les meira her.