Listi B hevur sett sær nøkur mál



Listi B ætlar at arbeiða fyri, at góða gongdin heldur fram í Skopun. Tað er nógv komið av skaftið tey síðstu árini, men enn langt er á mál. Serliga eru tað tey kravdu viðurskiftini frá landinum, sum kommunan er komin væl frá. Hetta eru fíggjarliga tungir postar, so tað gevur kommununi størri rásarúm til annað virksemi. Skattaprosenti er lækka frá 23,25% niður í 21%, hetta er at gleðast um, og gleðiligt hevði veri, um tað kundi lækka meira. Ein stórur partur av bygdini bleiv asfalteraður í 2016, men enn eru nakrir vegir eftir, sum treingja til at vera asfalteraðir. Skopun fekk nýggjan barnagarð í 2005, og nýtt spælipláss er gjørt nú í 2020. Barnaskúlin bleiv útbygdur í 2016, og er sera væl útgjørdur.

Tað er nógv gott arbeiði gjørt í Skopun, men enn er langt á mál. Listi B hevur sett sær nøkur mál fyri, at arbeiða fram í móti at loysa.

Skopunar kommuna gjørdi eina útstykking í 2007, við 21 grundstykkjum. Einans 9 hús eru bygd síðani 2007 og hettar mugu vit fáa broyt.

Listi B ferð at arbeiða fyri:

  •   Grundstykkja politikk

  •   Ungdóminum

  •   Teimum eldru

  •   Grøn

  •   Lækkað Skattaprosentið

  •   Betra um umhvørið runt skúlan

  •   Parkeringsviðurskiftir

  •   Bussskýlir Listi B Alt fyri Skopun -ung sum gomul


65 views