Listasavnið søkir eftir savnsvørði



Talan er um parttíðarstarv við fastari mánaðarløn alt árið. Frá hvítusunnu til ultimo august eru fastar upplatingartíðir, meðan savnið restina av árinum er opið eftir avtalu, arbeiðstíðin er í miðal umleið ein triðingstíð, tó meira enn hetta um summarið, og væl minnið enn hetta um veturin.


Arbeiðið fevnir um, at standa fyri dagliga rakstrinum av savninum, herundir at vísa fólki runt á savninum, ansa eftir at alt er í góðum standi, at reint og nossligt er úti og inni, at passa fígging og aðrar skyldur. Somuleiðis stendur tú fyri at skipa fyri tiltøkum á savninum.


Les meir her.

28 views